Mentan

Lisa, Celina og Frida hava handað blómur í dag

Sum vanligt fáa tey kongaligu nøkur blómutyssi á vitjanini - sí nakrar myndir her

Lisa Svabo Atladóttir var ein av teimum fyrstu at heilsa uppá kongshjúnini og prinsessuna - Lisa handaði drotning Mary eitt blómutyssi (Mynd: Sverri Egholm)

Lisa Svabo Atladóttir var ein av teimum fyrstu at heilsa uppá kongshjúnini og prinsessuna - Lisa handaði drotning Mary eitt blómutyssi (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-11 13:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein fastur partur av vitjanini hjá teimum kongaligu er, at tey fáa blómur frá børnum.

Soleiðis er eisini hesaferð. Sum vanligt tekur drotningin ímóti, og tann fyrsta at geva blómur var Lisa Svabo Atladóttir á Bursatanga. Lisa var harvið ein av teimum, sum beinleiðis heilsaði uppá tey kongaligu.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Beint uttanfyri løgtingið stóð Celina Isaksen beint undir liðuni á Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu. Celina heilsaði eisini uppá Mary drotning og hini.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Á trappuni í Vàgsbotni var tað Frida Bogadóttir, sum fegin kundi handað. Eins og Lisa og Celina - og drotningin - var Frida í føroyskum klæðum.

[object Object]
Frida Bogadóttir, Mary drotning og Elsa Berg, borgarstjóri (Mynd) 

Sum heild hava nógv børn og ung verið spent at heilsa uppá tey hátignini í Havnini í dag.

[object Object]
Her síggjast barnagarðsbørn uttanfyri løgtingshúsið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder