Innanlands

Høvdu prinsessuna við á Eiðiskolli

Kongshjúnini vóru seinnapartin uppi á Eiðiskolli. Í kvøld er móttøka á kongsskipinum

(Mynd: Kongehuset)

(Mynd: Kongehuset)

2025-06-13 20:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at almenna vitjanin hjá kongshjúnunum á Eiði var liðug um middagsleitið varð tað seinnapartin farið niðan á Eiðiskoll.

Josephine prinsessa, sum ikki var at síggja í morgun, var við á Eiðiskolli.

Í kvøld eru kongshjúnini vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog, sum framvegis liggur við bryggju á Eiði.

Á gestalistanum eru ymisk fólk frá landsstýrinum, fólk sum hava fingið riddarakross hesaferð, og lyklapersónar fyri vitjanina annars. Síggj gestalistan her.

Hetta verður tað síðsta hjá kongshjúnunum í Føroyum á hesum sinni. Tey fara av landinum í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder