Innanlands

Oman fyri 200 hvalir lagt beinini í Leynum

Sýslumaðurin hevur lýst havnalagið í Vestmanna og økið kring bátahyin í Kvívík sum grindaøki, har óviðkomandi ikki hava atgongd

Myndin er ikki frá í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Myndin er ikki frá í dag (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-06-12 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein stór grind legði beinini í Leynum seinnapartin.

Mett verður, at talan er um oman fyri 200 hval, sum nú verða sleipaðir til Kvívíkar og til havnaøkið í Vestmanna.

Sýslumaðurin í økinum hevur júst sent út fráboðan út um at óviðkomandi skulu halda seg burtur frá grundaøkjunum, hagar hvalirnir nú verða sleiðaðir, ávikavist við bátahylin í Kvírík og havnini í Vestmanna. Fráboðanin er galdandi ein fjórðing í ællar ættir frá grindaøkinum, eisini loftrúmið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder