
Tað tekur sína tíð at fáa yvir 600 bilar út gjøgnum tær báðar útkoyringarnar frá høllini við Tjarnir eftir loknan hondbóltslandsdyst
Tað krevur tol hjá bilførarunum at sleppa avstað frá høllini við Tjarnir í kvøld.
Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa yvir 600 bilar avstað stórt sæð samstundis av einum parkeringsplássi við tveimum útkoyringum, báðar út á sama veg við vanligari víkiskyldu.
Ein kann undra seg yvir, at stór rundkoyring er beint undir høllini til komandi ídnaðarøkið, og ongin rundkoyring ella útflættingar eru til tær báðar útkoyringarnar frá høllini.
Og sum tað sæst á myndini, so sær tað úr til, at tað eru bilførararnir, sum komu í góðari tíð í kvøld, sum eru teir, ið sleppa seinast avstað aftur.
Røðin við reyðum baklyktum er long á ovara Hjalla í kvøld.
Jens Kr. Vang tók myndirnar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald