Uttanlands

Undra seg yvir ógvusliga samanstoytin

Bingjuskipi buldraði inn í tangaskipið í einum øki, har vanligt er at skip liggja fyri akker

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2025-03-11 09:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú skjótt 24 tímar eftir at tvey skip stoyttu saman í Norðsjónum beint út fyri norðurensku býunum Hull og Grimsby, logar tað framvegis í skipunum.

Skipini, eitt bingjuskip við eitrandi evnum umborð, rendi á eitt oljutangaskip við flúgvarabensini, sum lá fyri akker.

Ein av manningini umborð á farmaskipinum er funnin aftur, og enska sjóverjan er nú givin at leita, skrivar BBC.

Farmaskipið Solong sigldi undir portugisiskum flaggi, meðan tangaskipið Stena Immaculate er skrásett í USA, og brennievni umborð var ætlað til amerikanska hervaldið.

Eftir hendingina bjargaði sjóverjan 36 fólkum í land – eitt teirra varð innlagt á sjúkrahús.

Danmarks Radio skrivar, at fleiri fólk undrast á tilburðin í gjár.

- Tað sá út sum, at skipið varð rakt av eini torpedo, eins og tangaskipini, sum vórðu søkt í Norðuratlantshavi undir øðrum verðaldarbardaga, sigur trygdarserfrøðingurin Christopher Parry, sum er fyrrverandi kontreadmiralur í bretska flotanum.

[object Object]Grafikkur BBC

Samanstoyturin elvdi til ógvusligan eldsbruna, og eygavitni søgdu eisini frá eini ‘ógvusligari eldkúlu’, sum kom upp úr skipinum.

Eldur kom í flúgvarabensini umborð á 183 metrar langa Stena Immaculate, ið lá fyri akker 18,5 fjórðingar úr ensku strondini.

- Ongin skipafarleið er teknað inn á hesi leiðini, og tí kunnu skip liggja fyri akker her. Annars vildi tað verið eins og at parkera ein bil mitt á motorvegnum. Men allar lógir siga eisni, at tú allatíðina skalt hava útkikk, sigur Christopher Parry.

- Tí er tað ein álvarsligur trupulleiki, at ongin reageraði (tá skipið kom við beinari kós móti tangaskipinum, -red.), leggur hann afturat.

Philip Max Cossen, lektari í sjórætti á SIMAC, Svendborg International Maritime Academy, er samdur í at tað má vera vantandi útkikk, sum var orsøkin til vanlukkuna.

- Tað merkir, at vakthavandi stýrimaður ella skipari og útkikk – tað skal helst altíð vera tvey fólk á brúnni samstundis – ikki hava ansað eftir, hvat hendi uttan fyri vindeygað, sigur hann við DR.

Hann sammetir tað við at koyra út av einum síðuvegi og út á ein høvuðsveg uttan at hyggja seg fyri.

- Eitt skip, sum eins og bingjuskipið kom siglandi, hevur treytaleysa víkuskyldu fyri einum skipið, ið liggur fyri akkeri, sigur hann.

Tað var gott veður, tá vanlukka hendi. Men sýnið var ikki av tí allar besta, upplýsir havnastjórin í Grimsby East, Martyn Boyers.

- Bæði skipini hava bæði radara og AIS-sendarar, sum vísa støðu og rætning eisini í mjørka. Tey hava alla ta útgerð, sum brúk er fyri til navigasjón, so hetta er ein ógvaliga óvanlig og keðilig vanlukka, sigur havnastjórin, sambært Danmarks Radio.

[object Object](Mynd: BBC) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder