Uttanlands

Putin á vitjan í Kursk landslutinum

Russiski herurin hevur tikið ein part av økinum aftur, sum ukrainar hertóku í august í fjør

Valery Gerasimov, herovasti, og Vladimir Putin, forseti (Mynd: EPA)

Valery Gerasimov, herovasti, og Vladimir Putin, forseti (Mynd: EPA)

2025-03-13 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin, var í gjárkvøldið á vitjan í russiska Kursk-landslutinum á markinum vestur móti Ukraina.

Hetta er fyrstu ferð síðan ukrainskar herdeildir hertóku ein part av økinum í august 2024, skrivaðu russisku tíðindastovurnar í gjárkvøldið.

Putin vitjaði eina eftirlitsstøð, sum russisku herdeildirnar brúka, og fekk eina frágreiðing um støðuna frá Valery Gerasimov, ovasti fyri russisku herleiðsluna, sum kundi greiða frá, at ukrainsku herdeildirnar í Kursk-landslutinum nú “eru kringsettar”.

Fyrr í gjár segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at russiski herurin hevur hert álopini á býin Sudzja í Kursk-landslutinum, meðan Kyir “roynir at bjarga sínum herfólkum”, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder