Innanlands

Myndir: Málningurin av Pálli á Reynatúgvu avdúkaður

Tórbjørn Olsen hevur gjørt listaverkið av Páll á Reynatúgvu, sum sat sum løgtingsformaður frá 2015 til 2019

Páll á Reynatúgvu og Tórbjørn Olsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Páll á Reynatúgvu og Tórbjørn Olsen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-09-10 16:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin varð málningurin av fyrrverandi løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu, avdúkaður. Listamaðurin Tórbjørn Olsen hevur gjørt listaverkið.

Páll á Reynatúgvu sat sum løgtingsformaður í tíðarskeiðinum frá 2015 til 2019. 

Formansskapurin í Løgtinginum hevur áður gjørt av, at málningar verða gjørdir av øllum løgtingsformonnum og kvinnum, sum hava sitið í embætinum, síðan Stýrisskipanarlógin kom í gildi í 1995. Tey, sum eru avmyndað higartil, eru Marita Petersen (1994-95), Jógvan Ingvard Olsen (1995-98), Finnbogi Ísakson (1998-2002), Edmund Joensen (2002-08), Hergeir Nielsen (2008-11) og Jógvan á Lakjuni (2011-15 og aftur í 2019-22).

Málningarnir hanga í gongini á aðru hædd í Løgtinginum.

Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndir av avdúkingini seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder