
Talið á hvalum, sum løgdu beinini í Fuglafirði í gjárkvøldið var 285, og grindin verður býtt í bæði dráps- og heimapartar.
– Har er øgiliga nógv grind, so vit hava roynt at fáa kommunurnar í Eysturoynni at taka ímóti, og har er nakað farið, og kommunurnar í Sandoynni fáa eisini grind, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni við Portalin fyrrapartin.
Hann leggur afturat, at um fólk mangla grind, ber helst til at koma til Fuglafjarðar at fáa sær.
Jacob Vestergaard sigur, at seðlarnir koma út klokkan 13 á keiini, har grindin liggur.
Grindin, sum varð funnin í gjár, vísti seg at vera nakað størri, enn mann fyrst helt. Fyrt varð hon mett til 60-70 hvalir, men hon vísti seg at vera omanfyri 300, og ein partur av grindini varð rikin út aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald