Innanlands

Myndir: Nonnukleystrið nú klárt sum viðgerðarheim

Nýggja Heilbrigdi í Varðagøtu er nú klárt at taka í nýtslu. Sí myndir

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-07 21:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verða seinastu snøklarnir fingnir uppá pláss áðrenn hátíðarhaldið verður í morgin hósdagin kl. 15. Tað verður í sambandi við, at nýggja Heilbrigdi nú er klárt at taka í nýtslu eftir eina størri umvæling av tí sum áður var nonnukleystur.

Heilbrigdi er viðgerðarheim til fólk við rúsdrekka- og rúsevnismisbrúki, ið hevur virkað síðani 1986. Pláss er fyri 10 fólkum í viðgerðarheiminum.

Virksemið hevur verið á Velbastað, men nú verður flutt í góðar umstøður í miðbýnum í Havn.

Alment hátíðarhald við drekkamunni/ábiti verður kl. 15-16 við heilsanum og tónleiki. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum og onnur bera fram heilsu.

Aftaná hátíðarhaldið er opið hús til kl. 18.

Jens Kristian Vang var ein túr framvið í Varðagøtu fyrrapartin. Sí myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder