Tað verður bíðað við stórum spenningi til klokkan 14 í dag. Tá fæst at vita, um borgarar í Runavíkar kommunu skulu á val týsdagin 13. januar ella um sakarmálið fær ein steðgandi virknað. Tað vil siga, at umvalið verður útsett so leingi málið er í rættinum.
Fimm býráðslimir í Runavík hava stevnt Fíggjarmálaráðið og avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum um at ógilda kommunuvalið í Runavík í november 2024.
Men tað sum dómarin í dag kemur við úrskurði um, er bara um málið skal hava steðgandi virknað.
Í Runavík hendir annars mangt og hvat. Tað varð væntað at svimjihøllin fór at lata upp í februar, men hon letur upp longu leygardagin, boðaði kommunan frá. Og so verður opið hús á nýumvældu kommunuskrivstovuni seinnapartin, og vinnarin av verkætlanarkappingini Glyvra skúli og musikkskúli verður avdúkaður.
Les meira um málið: Avgerðin fellur tveir yrkadagar undan sjálvum valdegnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald