Íslendska flogfelagið Icelandair byrjaði í gjár uppá regluligu flúgvingina millum Keflavík og Vágar.
Í góðveðrinum lendi fyrsta Bombardier Dash 8 Q400 í Vágum. Flogførini av hesum slagnum taka 76 ferðandi og túrurin tekur umleið ein tíma og trý korter.
Icelandair fer at flúgva upp á Føroyar fimm feðrir um vikuna henan fyrsta mánaðin, og frá 1. juni verður flogið seks ferðir.
Ólavur Frederiksen, Faroephoto, tók myndirnar niðanfyri í góðveðrinum á Vága Floghavn í gjár, tá skipað var fyri móttøku í sambandi við fyrsta túrin hjá Icelandair. Tað eru 20 ár síðan seinast, at Icelandair fleyg til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald