Innanlands

Kavabløk frá unglingum fylla nógv hjá løgregluni

Heili fýra ferðir í gjárkvøldið fór patrulja hjá løgregluni út, tí fólk boðaði frá kavabløkum. Hetta var í Havn og í Hoyvík. Fólk kom á staðið, tí slíkt kann vera til ampa - og í summum førum heldur vandamikið, sigur vaktleiðarin

Tað er kavatíð, og harvið verða kavabløk nýtt á ymsan hátt. Tað er tó óvanligt, at vit hoyra um

Tað er kavatíð, og harvið verða kavabløk nýtt á ymsan hátt. Tað er tó óvanligt, at vit hoyra um " niðurskrivað mál" hjá løgregluni orsakað av tí. Tað er serliga, tá bilar koyra við nakað av ferð, at man metir hetta sum ein trpulleika (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-20 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vakti ans á sosialu miðlunum í gjár, at løgreglan hevði greitt miðlunum frá, at tey mánadagin høvdu sent patrulju út at taka sær av unglingum, sum høvdu tveitt kavabløk.

Hetta er afturvendandi, nú kavi er, og í gjárkvøldið var tað so at siga hetta, sum fylti mest í døgnrapportini hjá løgregluni: Kavabløk

Vatkleiðarin á løgrelgustøðini greiðir miðlunum frá í morgun, at í gjárkvøldið komu fýra fráboðanir frá fólki, sum høvdu ampa av kavabløkum frá bønum/unglingum.

Hetta var í høvuðsstaðarøkinum - í Havn og í Hoyvík.

Í flestu førum vóru tað fleiri kavabløk, sum komu á hús hjá fráboðara. Í einum førum varð kastað eftir koyrandi bili.

Tað er í seinna førinum, at tað kanska kann gerast heldur vandamikið: Um bilurin er í lutfalsliga høgari ferð, og tað órógvar føraran nógv. Annars snýr hetta seg um at vera til ampa fyri fólk, staðfestir vatkeleiðarin. Hetta er sum so ikki nakað nýtt men nakað sum fyllur eitt sindur nú.

Tí koma patruljur á staðið og royna at fáa fatur á unglingunum og tosa við tey. Hetta eydnaðist í tveimum av teimum fýra førinum týsdagin.

Tá alt hetta er sagt, so er helst at fegnast um, at tað ikki eru álvarsamari ting, sum fylla døgnrapportini hjá løgregluni í løtuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder