2021-06-20 18:14
Hátíðardámur í Skálavík í dag. Gistingarhúsið á Mølini fer nú at lata upp og í dag var møguligt hjá fólki at siggja hvussu tey tíggju kømrini, sum eru gjørd, síggja út.
Kømrini eru umleið 22 fermetrar til støddar, hava egið baðirúm og gott útsýni.
Nýggja lonin við kømurunum kemur afturat caféini, sum hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen hava rikið síðani 2018.
Bjarni Enghamar, myndamaður, var ein túr framvið í Skálavík seinnapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald