Innanlands

Myndir: Spentir politikkarar og næmingar á Miðnámi á Kambsdali

Forfólkini í flokkunum vendu sær til tey ungu eina viku áðrenn valið – sí myndir frá valfundinum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-03-19 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tey ungu her eru spent í politikki, og vit hava gjørt nógv burturúr, staðfesti Magnus Samuelsen, lærari í Samfelagsfrøði á Miðnámi her á Kambsdali fyri FM1 í dag.

Næmingarnir sluppu eisini at hoyra forfólkini bera síni sjónarmið fram og kjakast, fyri síðani at atkvøða fyri sínum flokkum – bæði til fólkatingsval og løgtingsval.

Har vóru tølini góð hjá serliga Fólkaflokkinum, sum sambært kanningini her fær 14 tingfólk og 41 prosent av teimum umleið 400 atkvøðunum – og eisini tekur fólkatingssessin frá Sambandsflokkinum.

Tó var ein afturgongd hjá A, í mun til aðra kanning, sum varð gjørd á Kambsdali eftir at ungmannfeløgini vitjaði týsdagin. Serliga Framsókn og Sambandsflokkurin stóðu seg væl í dagsins kjaki, sambært næmingunum.

Nógv fólk var til staðar - eisini onnur valevni. Sí myndir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder