Innanlands

Video: - Eg útskrivaði ikki valið - Jenis blandar Aksel við Jóannes

Formaðurin i Miðflokkinum ávirkaður av, at fyrrverandi formaðurin i Javnaðarflokkinum sat nakrar metrar vekk - aðrenn hann aftur legði eftir Ruth Vang

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-19 10:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú skilji eg betri, hví Jóannes  Eidessgard útskrivaði nýval, helt Jenis av Rana fyri

- Jóannes? Tí meinar Aksel, segði Sámal Petur í Grund, formsðurin í Sjálvstýri, sum sat undir liðuni á Jenisi

- Eg havi ikki útskrivað nakað val, helt Jóannes Eidesgard fyri.

Fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum sat nakrar metrar frá pallinum, har Jenis av Rana var í gongd at vinda seg eitt sindur upp.

Harvið er tað kanska ikki løgið, at bland kom í, og løtan í Miðlon gjørdist heldur skemtilig…fyri síðani at fara út i skot og orðadrátt aftur.

- Hon snakkar og snakkar og “hevur allar loysnirnar”: Men hvat hevur Ruth Vang gjørt? Skilji væl Aksel, og vit kundu ikki samstarva við Framsókn, helt Jenis av Rana fyri.

Sí alla Stjórnina - við forfólkunum í smærri flokkunum

Til ber eisini at lurta her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder