Johann J. Petersen, sum er lærari í Eysturskúlanum í Havn, hevur fingið Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris – 2026.
Tað er fyri sermerktu menningina av undirvísingini í náttúruvísindaligu lærugreinunum, skrivar Skúlablaðið.
Johann J. Petersen hevur verið við til at seta á stovn náttúrubreytina, science- og innovatiónsbreytina, sum hevur vakt áhugan hjá nógvum næmingum. Tað hevur havt við sær, at fleiri næmingar velja náttúruvísindaligar útbúgvingar
- . Hetta hevur nógv at siga fyri skúla og land. Johann arbeiðir problemorienterað og verkligt, sum hevur gjørt, at eisini næmingar og starvsfelagar hava verið við í menningini av náttúruvísindaligu lærugreinunum, eitt nú gjøgnum verkætlanarrættaða undirvísing, har næmingarnir arbeiða við ítøkiligum náttúruvísindaligum trupulleikum.
Í grundgevinginum stendur, at við at samstarva við stórar fyritøkur og granskingarstovnar, eitt nú Bakkafrost, Hugskotið og Jarðfeingi, hevur Johann verið við til at gera náttúrvísindi til eitt týðandi og væl umtókt yrkisøki.
- Undirvísingin hjá honum samantvinnar ástøði og verkligt arbeiði; flokkarnir á science-breytini taka lut í First Lego League og kappingum í nýskapan, sum aftur er við til at styrkja hugin og áhugan hjá næmingum fyri náttúruvísindum. Johann hevur eisini verið við at gera undirvísingartilfar og námsætlanir fyri 7.-9.flokk og hevur verið ein drívmegi at menna starvsfelagar við eitt nú toymisarbeiði og vitanardeiling; hetta hevur gjørt, at fleiri lærarar eru vorðnir partur av science-breytini.
Við Novo Nordisk Fondens Naturfagslærerpris verður Johann heiðraður fyri sín serstaka lut í undirvísingini í náttúruvísindum, fyri at skapa eldhuga millum næmingar og kveikja komandi ættarlið av úrmælingum í náttúruvísindum í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald