Stóru ferðamannaskipini Renaissance og Rotterdam hava bæði ligið við Kongshavn seinastu dagarnar við umleið 6.000 gestum í alt.
Runavíkar havn skrivar, at teirra raska lokala cruisetoymi enn einaferð hevur víst, at tey megna at taka ímóti skipum í øllum støddum. Fremmandu gestirnir vórðu sera væl móttiknir og hava hugnað sær óført í Runavíkar økinum. Umborð á Renaissance vóru nærum allir gestirnir úr Fraklandi, meðan meginparturin av gestunum umborð á Rotterdam vóru úr USA.
- Tað er altíð stuttligt tá lív er í okkara hugnaliga býi. Takk fyri vitjanina, Renaissance og Rotterdam! Vit gleða okkum til at taka ímóti Rotterdam hin 26. august í ár og Renaissance 15. juli næsta ár, skrivar Runavíkar havn.
Tor Shipping er umboðsfelag hjá báðum skipunum og MB Tours er túrsmiður.
Myndir: Runavíkar havn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald