Innanlands

Myndir: Stór ferðamannaskip við Kongshavn

Umleið 6.000 gestir, flestir fraklendingar og amerikanarar, hava vitjað í Runavíkar kommunu hesar seinastu dagarnar

(Mynd: Runavíkar havn)

(Mynd: Runavíkar havn)

2026-07-23 10:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóru ferðamannaskipini Renaissance og Rotterdam hava bæði ligið við Kongshavn seinastu dagarnar við umleið 6.000 gestum í alt.

Runavíkar havn skrivar, at teirra raska lokala cruisetoymi enn einaferð hevur víst, at tey megna at taka ímóti skipum í øllum støddum. Fremmandu gestirnir vórðu sera væl móttiknir og hava hugnað sær óført í Runavíkar økinum. Umborð á Renaissance vóru nærum allir gestirnir úr Fraklandi, meðan meginparturin av gestunum umborð á Rotterdam vóru úr USA.

- Tað er altíð stuttligt tá lív er í okkara hugnaliga býi. Takk fyri vitjanina, Renaissance og Rotterdam! Vit gleða okkum til at taka ímóti Rotterdam hin 26. august í ár og Renaissance 15. juli næsta ár, skrivar Runavíkar havn.

Tor Shipping er umboðsfelag hjá báðum skipunum og MB Tours er túrsmiður. 

Myndir: Runavíkar havn


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder