Innanlands

Myndir: Tómligt á Vaglinum

Vanliga høvdu nógv fólk staðið her. Soleiðis er ikki í dag

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-04-25 18:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vanliga høvdu nógv fólk verið savnað á Vaglinum í Havn klokkan 15 dagin í dag, flaggdagin 25. apríl.

Men tað var tað ikki. Koronasmittan hevur fingið Havnar Hornorkestur at avlýsa flaggdagshaldið á Vaglinum.

Hóast eingi fólk, vóru fløgg sett upp um allan miðbýin. Ólavur Frederiksen, fotografur, tók hesar myndirnar klokkan 15 í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder