2025-08-15 23:27

Søguligar myndir at síggja í kvøld. Fyrr í kvøld hittust teir báðir forsetarnir Donald Trump og Vladimir Putin á reyðari langmáttu á flogvølli í Alaska.
Eftir, at teir høvdu tikið í hondina á hvørjum øðrum fóru teir avstað í sama bili - bili hjá amerikanska forsetanum.
Hetta var á Elmendorf-Richardson herstøðini í størsta býnum í Alaska, Anchorage.
Og seinastu tímarnar hava tingingar verið um kríggið í Ukraina.
Væntandi verður ein tíðindafundur eftir fundin millum forsetarnar. Hetta verður einaferð í nátt føroyska tíð.
Sí søguligu myndirnar frá EPA myndatænastuni:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald