
Leygardagin sendi amerikanski forsetin 2000 herfólk frá amerikonsku tjóðarhirðuni til býin Paramount, sum er forstaður til stórbýin Los Angeles í statinum Kalifornia.
Orsøkin var vaksandi mótmæli móti immigratiónsmyndugleikunum ICE sum fríggjadagin handtóku 44 persónar ymsastaðni í býnum við tí grundgeving, at hesi hava brotið immigratiónslógina.
Leygardagin var annar dagur á rað, at mótmælisfólk fóru á gøturnar í Paramount, og tað endaði við samanbrestum millum mótmælisfólk og løgreglufólk. Sambært fleiri miðlum møtti løgreglan upp í gassmaskum og brúkti m.a. táragass móti mótmælisfólkunum.
Karoline Leavitt, talsfólk í Hvítu Húsunum sigur í fráboðan, at umsitingin hjá Trump ikki góðtekur kriminellan atburð og harðskap, serliga ikki harðskap móti løgregluni, sum roynir at passa sítt arbeiði.
Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia er finst at avgerðini hjá Trump-umsitingini um at senda boð eftir Tjóðarhirðuni.
Tað er eitt provokerandi stig, sum bert fer at gera støðuna meira spenta, sigur hann á sosiala miðlinum X og leggur afturat, at fólk eiga at mótmæla á friðarligan hátt.
Sambært Reuters vórðu fleiri mótmælisfólk handtikin av løgregluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald