Uttanlands

Týskland: Koyrdi inn í mannamúgvu - fimm fólk særd

Seinnapartin í gjár koyrdi ein 48 ára gamal maður inn í eina mannamúgvu í býnum Passau í Suðurtýsklandi

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2025-06-08 11:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár koyrdi ein maður í bili inn í eina mannamúgvu í týska býnum Passau, upplýsir týska løgreglan.

Maðurin er 48 ára gamal og irakiskur ríkisborgari, og hann varð handtikin eftir hendingina.

Fimm fólk vórðu særd og flutt á sjúkrahúsið, eftir at maðurin hevði rent á tey. Millum tey særdu eru 38 ára gamla kona hansara og fimm ára gamla dóttir teirra. Eingin er í lívsvanda.

Málið verður kannað nærri, men løgreglan upplýsir, sambært Ritzau, at ábendingar eru um, at tað er eitt møguligt stríð um foreldramyndugleika, sum liggur aftanfyri.

Passau liggur í Suðurtýsklandi við markið til Eysturríki, umleið 150 kilometrar eystanfyri München.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder