Innanlands

Norrøna komin aftur til Føroya við moyrum hondbóltsfjepparum

Liggur í Nólsoyarfirði og bíðar eftir plássi í Havn. Eftir ætlan verður lagt at kl. 18

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-22 17:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norrøna legði frá bryggju stutt áðrenn midnátt í Oslo týskvøldið og er nú komin í Nólsoyarfjørð við umleið 1200 føroyskum hondbóltsfjepparum.

Sum skilst hevur tað rullað nakað hendan túrin, men nú er hann skjótt av hjá moyru ferðafólkunum. Norrøna liggur á fjørðinum og bíðar eftir at Smyril fer avstað - eftir ætlan leggur Norrøna at klokkan 18.

Harvið fer at nærkast, at flestu fjeppararnir sum hava verið í Oslo og hugt eftir EM-endaspæli eru komnir heimaftur. Fýra flogfør eru komin við ferðafólki úr Oslo síðan í morgun og tað síðsta lendir stutt eftir klokkan 18.

Eftir ferðaætlanini fer Norrøna avstað aftur longu í kvøld. Tá verður farið til Hirtshals, men so verður ein steðgur í siglingini til miðjan februar meðan Norrøna er í dokk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder