Tað er líkt til, at ein kavabóltur er farin á rull.
Fimm ónavngivnir menn greiða nú frá teirra søgu við kenda Dag og viku-vertinum, John Johannesen. Teir siga seg hava verið fyri kynsligum ágangi frá honum.
Hetta stendur at lesa í grein hjá Frihedsbrevet, sum eisini skrivaði um John Johannesen í november 2025, tá hann varð meldaður fyri blúnisbrot í náttarlívinum í Havn.
Í tí eina førinum skal Kringvarpsverturin hava koyrt fingurin í afturpartin á einum manni. Uttan á buksunum, men áhaldandi og harðligt. Hann vendi sær á og sá John Johannesen. Hetta fór fram fyri heilt fáum árum síðan, sigur keldan við Frihedsbrevet.
Viðkomandi meldaði ikki hendingina hóast hann umhugsaði tað.
Tað var hendingin í november í fjør, sum fekk kelduna at siga Frihedsbrevet frá sínum upplivingum.
John Johannesen hevur havt fleiri dagar at viðmerkja søguna, men hevur ikki svarað.
John Johannesen kærdi herfyri Frihedsbrevet, Dimmalætting og Portalin fyri at skriva um hendingina í november til Fjølmiðlanevndina, men fekk ikki viðhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald