Innanlands

Ósmæðin summargestur afturkomin í milliardatali

Tað íður við lærlitt loðmýggjum í høvuðsstaðnum í hesum døgum. Vanliga eru tær burtur á ólavsøku

Ósmædni gesturin er burtur á ólavsøku (Mynd: Sverri Egholm)

Ósmædni gesturin er burtur á ólavsøku (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-16 15:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hevur tú verið í høvuðsstaðnum seinastu dagarnar, manst tú hava lagt til merkis nógvu flogkyktini ella flugurnar, sum flúgva og liggja nærum allastaðni.

Talan er um lærlitt loðmýggj, sum av álvara gjørdi um seg fyri tveimum árum síðani.

Vanliga eru tær her serliga um mánaðarskiftið juni juli og eru sum oftast burtur um ólavsøku.

Lærlitt loðmýggj er ikki vandamikið, men - sum fleiri munnu hava ásannað seinastu dagarnar - eru rættiliga strævnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder