Innanlands

Renna hálvt marathon í Sandoy leygardagin

Eisini er møguligt at ganga ella renna styttri teinar

(Mynd: Sandoy hálvmarathon)

(Mynd: Sandoy hálvmarathon)

2026-05-20 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú nærkast til árliga Sandoy hálvmarathon, sum verður leygardagin 23 mai.

Men tað er ikki bara hálvmarathon sum er á skránni. Møguleiki er eisini at renna ella ganga til Søltuvíkar sum er 10,9 kilometrar ella runt Sandsvatn, sum er 6,8 kilometrar.

- Allir tríggir teinarnir eru heilt fram úr á hvør sín hátt. Tú fer at síggja Sandsvatn, Sandafløttin, Mølheyggjar, Sprutthol, Gróthúsvatn, Søltuvík og nógva aðra ótrúliga vakra náttúru, siga fyriskipararnir.

Á málinum fáa allir luttakarar eitt sergjørt heiðursmerki og okkurt gott ábit frá Mowi.

Eisini verður hoppiland, undirhald frá Bubu, sangur frá Bjarka frá Hoydølum og tónleikur allan dagin frá DJ Haraldsen.

Í fjør vóru umleið 300 luttakarar og í ár verða væntandi fleiri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder