Mentan

Roks – úr Gongini í Havn til mangrovurnar í Filipsoyggjum

Skipað var herfyri fyri einum heilt serligum borðhaldi, har borðreitt var við eitt nú skerpikjøti og føroyskari pitza í einum neysti á oynni Siargao á hinari jarðarhálvuni

Manningarnar frá Roks, Kaos og CEV

Manningarnar frá Roks, Kaos og CEV

2026-02-09 17:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Starvsfólk frá matstovuni Roks í Havn hava verið á einum rættiliga sermerktum túri á Filipsoyggjum, har tey vóru við til at skipa fyri einum heilt serligum gastronomiskum tiltaki í einum opnum neysti ella bátahúsi á oynni Siargao.

Talan var um eitt samstarv millum tríggjar serligar matstovur. Roks úr Føroyum, og matstovurnar Kaos og CEV, sum hava heimstað á Siargao.

Við sær hevði Karin Visth, leiðara á føroysku matstovuni, eitt nú skerpikjøt frá Viðareiði, garnatálg, góðaráðjarn, røtur úr Dímun og turkaða sjópylsu umframt føroyskt øl og brennivín.

Hetta varð brúkt á serliga tiltakinum næstsíðsta vikuskiftið. Tiltakið kallaðist Kaos Table, og er serlig matlistarlig tiltak, sum lokala Kaos-matstovan stóð fyri. Hesaferð, til tiltakið Kaos Table 006 við undirheitinum ‘When remote islands find a common language’ – ‘tá fjarskotnar oyggjar finna eitt felags mál’ – vóru tað tríggjar matstovur, sum stóðu fyri borðreiðingini.

Úr føroyska køkinum kundu gestirnir uppliva turkað, djúpstokt trælsrass (sjópylsu) sum munnbitar, skerpikjøt skorið í tunnar flísar upp á brioche bolla úr søtepli við lokalum svørtum hunangi og ósøtum góðaráð við turkaðum osti frá Múla, kremi við garnatálg og turkaðum fiski.

Kaos matstovan hevur gjørt ein film um tiltakið. Hann sæst á Instagram

Høvuðsrætturin á Roks-matarlepanum var føroysk pitsa úr epladeiggi við fermenteraðum hvítleykskremi, rót úr Dímun, rósu og turkaðum Múlaosti við brúnkaðum hollandaise-smøri.

Eisini varð borðreitt við murrikrutt: Kaviar frá GastroUnika frá belgiskum alibrúki við einum skoti av vodka frá Faer Isle í Vestmanna.

At drekka var eitt nú ein heimagjørd kombucha við hylliblómu, ein kokteylur við føroyskum hindberjaøli og sake, og ein klárur kokteylur við føroyskum taraakvavitti við stikkulsberjum, mosa og villum lokalum hunangi.

- Hóast Føroyar og Siargao liggja á hvør sínari jarðarhálvu, løgdu vit til merkis, hvussu eins vit eru. Vit eru myndað av vindi, veðurlagi og árstíðum og av felags virðing fyri tí, sum náttúran gevur. At para føroyskar rávørur við spennandi rávørum frá Siargao, kendist als ikki sum nakað nýtt, men sum eitt framhald av tí, sum vit longu kendu frammanundan, sigur Karin Visth, matstovuleiðari hjá Roks í tíðindaskrivi frá Kaos-matstovuni.

Kreativi leiðarin hjá Kaos matstovuni, Ines Castañeda, sigur soleiðis.

- Kaos Table snýr seg um at skapa upplivingar, har landsløg tosa saman gjøgnum eina tvørfakliga gongd. Í hesi útgávuni var okkara endamál at savna Føroyar og Siargao, ikki sum mótsetningar, men í dialogi. Tað snýr seg um at viðurkenna felags virði, sum eru mynda av tí sama: fjarstøðu, árstíðum og djúpari virðing fyri náttúruni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder