Innanlands

20 fakfeløg mótmæla fasta lønarkarminum

Vilja ikki góðtaka, at nøkur fakfeløg við Starvsfelagnum á odda hava gjørt bindandi avtalu við Fíggjarmálaráðið

Mynd frá verkfallinum í 2024 (Mynd: Havnar Arbeiðarafelag)

Mynd frá verkfallinum í 2024 (Mynd: Havnar Arbeiðarafelag)

2026-02-09 16:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein røð av størri og minni feløgum á føroyska arbeiðsmarknaðinum mótmæla nú avtaluni, um fastan lønarkarm sum herfyri varð gjørt millum Fíggjarmálaráðið og nøkur fakfeløg

Feløgini skriva í opnum brævi í dag, at tað loypti hvøkk á føroysku fakfelgsrørsluna, tá Starvsfelagið saman við fleiri akademikarafeløgum, Heilsurøktarafelagnum og nøkrum av smærru fakfeløgunum, skrivaðu undir avtalu við Fíggjarmálaráðið um ein fastan lønarkarm, sum bindur alla fakfelagsrørsluna.

Tey vísa á, at størsti parturin av Fakfelagssamstarvinum ikki tóku undir við, at samráðast skuldi um ein lønarkarm, tí tey meta ikki, at tíðin er búgvin til tað.

Tey vísa eisini á, at feløguni, sum gjørdu avtaluna í stórsn mun umboða tey hægst løntu á arbeiðsmarknaðinum.

Og hartil siga tey tað vera hugstoytt at síggja, at avtalan er gjørd í prosentum, hóast løgmaður hevur lovað, at avtalur skuldu gerast í krónum og oyrum.

- Hetta merkir, at lønarkarmurin næstu fimm árini er beinleiðis við, til at økja um lønargjónna í Føroyum, har tey hægst løntu fáa mest, meðan tey lægst løntu fáa minst, skriva fakfeløgini.

Les alt skrivið á Lesarin.fo: Minnilutin ræður?

Feløgini, ið hava skrivað undir brævið eru: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Fuglafjarðar Handverkarafelag, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Flogteknikarafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya skipara- og navigatørfelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Maskinmeistarafelagið, Nes Sóknar Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag, Vestmanna og Norðstreymoyar Handverkarafelag

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder