- Tryggleiki, trivnaður og búskapin á beint. Øll hesi tingini hanga saman.
Hetta staðfesti formaðurin í Sambandsflokkinum í byrjanini av framløguni av valskránni sínari á Hotel Brandan fyrrapartin.
Tað var týðiligt, at Sambandsflokkurin spældi "óttakortið" - at man livir í einum ótryggum heimi, og at flokkurin sjálvur er tann tryggsta loysnin í Føroyum.
Hetta er líknandi røðulist, sum Mette Frederiksen hevur nýtt í Danmark. Júst sambandi við Danmark, og møguleikin hetta gevur.
Avtaka mótrokning - spara við at effektivsera og samstarva væl við Danmark
Har vóru nakað fleiri ítøkilig ting at frætta enn hjá Tjóðveldi og Fólkaflokkinum, sum eisini hava lagt sínar valskráir fram, og vísti Sambandsflokkurin á nakrar møguligar fíggjarligar loysnir. Fleiri hanga saman við Danmark
- Fíggjarlógin eigur at geva yvirskot í hesum tíðum. Vit skulu millum annað víðka vinnumøguleikar við tvískattaavtalum: Nokk tann einasti møguleiki er at knýta seg upp í tær donsku. Tað er ein trupulleiki ikki at hava tvískattavtalu, staðfestir Bárður á Steig Nielsen.
Í hesum sambandi kann nevnast, at skattareglur fyri arbeiðsfólk uttanlands skulu broytast, sambært Sambandsflokkinum.
Sambandsflokkurin ynskir eisini øðrvísi loysnir á pensjónsøkinum enn sitandi samgonga, og er hetta kanska eitt av stóru vallyftunum:
- Vit skulu avtaka mótrokningina hjá arbeiðandi pensjónistum. Bara til fyrimunar um fleiri kunnu arbeiða: Teir sum ynskja at arbeiða skulu sleppa at arbeiða. Tað er loysnin. Pensjónistarnir kunnu best avgerða sjálvir, staðfestir formaðurin.
Sambandsflokkurin vil eisini leggja føroyskar sendistovur saman. Tað at Føroyar kanska hava óneyðuga nógvar útreiðslur av sendistovum – ynski er at gera tær sterkari og eisini gera gagn av teimum donsku sendistovunum.
Ein onnur møgulig sparing, sum Sambandsflokkurin vísir á, er, at eingin stovnur í Føroyum skal vera undir 20 starvsfólk. Um so er, fær man meira burturúr hvørjari skattakrónu, er hugsanin.
Útlendingamál og barsilsgjald: Okkurt líkist Fólkaflokkinum
- Økta útlendska arbeiðsmegin er neyðug, men hon hevur eisini skapt ótryggleika. Hetta sæst aftur í kriminalitetmyndini – útlendingar í rættarskipanini og samskipaður kriminalitetur.
Soleiðis segði Anna Falkenberg, næstforkvinna og fólkatingslimur hjá flokkinum. Eins og aðrir flokkar, hevur Sambandsflokkurin gjørt greitt, at broytingar mugu gerast.
Familjusamanføring skal ikki vera "bara bara" var boðskapurin, eins og Fólkaflokkurin nevndi í gjár. Sambandsflokkurin skýtur upp, at hetta skal bera til trý ár eftir búseting.
Eisini skal rein revsiváttan vera kravd, krav um føroyskt mál og mentan fyri varandi búseting - og ein møgulig próvtøka í føroyskum
Eins og Fólkaflokkurin, vil Sambandsflokkurin, at hámarkið av barsilsútgjaldum skal hækkast – hetta skal vera heilt upp til 60.000 krónur. Listi A nevndi 40.000 í gjár.
Sí eisini: Fòlkaflokkurin ynskir valdið til fólkið - og strangari krøv til útlendingar
Vilja veruliga fólkatingssessin
Anna Falkenberg vísti á, at fólkatingssessurin er ógvuliga týðandi fyri Sambandsflokkin:
- Tann einasti flokkurin sum veruliga vil varðveita sessin. Vit skulu brúka hann - til frama fyri Føroya, at verja føroysk áhugamál og “hava rættartrygd”. - Ikki so bangin fyri donskum pengum sum onnur.
Hóast Sambandsflokkurin ikki er við í sonevndu tjóðarsemjuni millum hinar flokkarnar, ynskir flokkurin eina sjálvsstýrislóg, at víðka um ræsirnar og at staðfesta avgerðarrættin.
Listarnir eru ikki endaligir, men sum skilst vera 17-18 fólk á Fólkatingslistanum hjá Sambandsflokkinum, har Anna Falkenberg sjálvandi er stórfavorittur. Listin til løgtingsvali fer at liggja um tey tretivu - hann er heldur ikki endaligur enn.
Annars var ein av høvuðboðskapunum "Møtast á Miðjuni". Sambandsflokkurin vil týðiliga vísa, at man hevur ymiskar loysnir - og kann samstarva við fleiri flokkar.
Sí alla válskránna her - sí myndir frá tíðindafundinum niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald