Mentan

Sement: Øll vóru betri!

Ummæli av Sement finaluni í Perluni leygarkvøldið

Gówa (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Gówa (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

2024-04-30 17:24 Author image
Ári Rouch
placeholder

Skrivað hevur Ári Rouch

Leygarkvøldið, 27. apríl, var stóra finaluumfarið í tónleikakappingini Sement á Reinsarínum. Tvey nøvn skaraðu framúr hetta kvøldið, Ragnar Finnson og Gówa, og var tað fyri tey flestu ein spurningur, hvørt av hesum nøvunum fóru at vinna kappingina. Tá tað er sagt, so vóru hini nøvnini eisini betri í mun til innleiðandi umførini, ljóðið í salinum var betri og tað visuella eisini flottari – alt var betri!

Huglagið á Reinsarínum var serstakliga gott, fólk vóru spent og sera við uppá tað. Hvørt vinningarnir fóru til tey røttu nøvnini kann vera kjakast um, sjangrurnar vóru ógvuliga ymiskar, framførslurnar allar góðar og var tískil talan um sera torførar avgerðir.

[object Object]

Ása Helena Brynjarsdóttir – vit fingu meira

Ása var fyrst á pallinum leygarkvøldið og hevði helst framførsluna, sum hevði flutt seg mest í mun til innleiðandi umfarið. Røddin hjá Ásu var betri ljóðblandað, og kom hon sterkari út í salin við meira fyllu hesaferð. Hartil hevði hon fingið Ronju Rasmussen á kór og stuðlaði hetta væl um sangpartin.

Okkurt tekniskt órógv var við kassaguitarinum hjá Leo Lávík í fyrsta lagnum, sum órógvaði eitt sindur, men sum heild var tó talan um eina tryggari, betri og fríari framførslu í mun til innleiðandi umfarið.

Hæddarpunktið var triðja og seinasta lagið, har Ása hevði fingið strúkarar, kontrabass, cello og violin við á pallin. Hetta hepnaðist serstakliga væl til kensluborna huglagið, og var hetta eitt av mest minnisverdu løgunum úr ársins Sement, eitt lag sum veruliga kom inn undir húðina hjá fólki.

Tað var væl uppiborið, at Ása bleiv nummar trý í kappingini, og at Spot festivalurin valdi hana at framføra komandi vikuskifti.

[object Object]

Ókendir – bleytir badboys

Hip hop bólkurin Ókendir høvdu eisini steppað upp í mun til undanumfarið. Ljóðið var betri og tóktist framførslan eisini tryggari. Í undanumfarinum vóru teir allir svartklæddir, meðan teir hesaferð vóru hvítklæddir.

Kanska hóskandi, tí bólkurin ferðast tónleikaliga millum tann myrka og ljósa hiphop hugaheimin – nakrir bleytir badboys.

Bólkurin framførdi somu løg, sum í innleiðandi umfarinum, men høvdu teir peppað tvey av løgunum upp við live saxofon, sum riggaði sera væl. Bólkurin vann ikki nakran heiður hetta kvøldið, men vóru teir helst ikki langt burtur frá einum triðja plássi.

Bólkurin hevur nógv fangandi hugskot, hooks og melodiir. Hinvegin er tað samstundis krevjandi at fáa alt at sita væl, tá tú hevur fýra frontmenn, eisini við ymiskum effektum á røddunum. Tað krevur gott samspæl og timing, og kann bólkurin helst mennast nakað her.

Orkuríki bólkurin er eitt frískt lot á føroyska tónleikapallinum, og gleða vit okkum til meira frá Ókendum, vónandi eina útgávu av onkrum slag.

[object Object]

Jákup Eli – á einum góðum stað

Jákup Eli tykist vera á einum tónleikaligum góðum stað í løtuni. Løgini hann hevur framført á ársins Sement eru millum hansara heilt frægu. Tey hava verið álvarsom, viðkvom og sera erlig.

Eitt meira búgvið útrykk hevur eyðkent løgini, hetta í mun til onkur av teimum meira skemtiligu, til tíðir grovu, løgunum hjá Jákup Eli frá fyrr.

Nýggju løgini eru so opin og erlig, at man fær næstan ilt, men tykjast tey avspegla lyndi í Jákup Eli. Tað hevur verið eyðsýnt á Reinsarínum, at áhoyrararnir veruliga hava lurtað, tá Jákup Eli hevur verið á pallinum til ársins Sement. Jákup Eli vann ikki nakran heiður hetta kvøldið, men var hann helst ikki roknaður millum favorittarnar til hetta.

[object Object]

Ester Skála – vørumerki við møguleikum

Ester Skála kom í finaluna umvegis eitt wildcard, og var hon heldur ikki ein av favorittunum at vinna. Ester framførdi somu trý løgini sum til undanumfarið, pluss eitt nýtt lag. Ingmar Berg Mikkelsen hevði avloyst Noah Chaparro á synth, og hevði hann eisini lagt sín dám á løgini.

Framførslan var annars ógvuliga lík henni í undanumfarinum, og minti nýggja lagið um restina av tilfarinum.

Huglagið var enn ljósareyður poppur bæði í ljóð, ljósi og klæðnastíli. Endalagið “Mellow Cat” var enn tað mest fangandi lagið, og tað sum hevði mest bit, nakað eg saknaði í hinum løgunum.

Løgini komu eitt sindur fløt út og saknaði eg dynamikk. Sangparturin fyllir sera nógv í løgunum og eru fá støð, har tey sleppa at “hvíla” uttan vokal. Nýggju løgini tykjast, eftir mínum tykki, trongja til eitt sindur av arbeiði fyri at røkka somu dygd sum frálíku útvarpshittini hjá Ester, “Unicorn” og “Spotlight”.

[object Object]

Ragnar Finsson – ein lýsandi stjørna!

Ragnar Finsson framførdi sama settið sum til innleiðandi umfarið, og var fyrra framførslan framúr, var finaluframførðslan enn betri. Ragnar dró okkum aftur inn í ein universellan hugaheim, vitugur og grunandi um menniskjað og menniskjasambond. Guitarspælið var á høgum stigi, men sá leikandi lætt út. Røddin var krystalklár og rakti hvønn tóna hvørja einastu ferð.

Annað lagið hjá Ragnari, “One in a Million”, var hæddarpunktið á ársins Sement fyri mítt viðkomandi.

Hugflogið var høgt, tú var tikin á bóli av stuttligu samanrenningini millum menniskja, Ragnar og talgilda vitlíki, sum var tosað úr einum útvarpslurti. Tað sást, at hetta rakti áhoyrararnar, sum smílandi sótu og dandaðu við til tónleikin.

Hóast einsamallur á pallinum hevði framførslan so nógv uppá hjartað, at tú ongantíð keddi teg. Persónliga hevði eg Ragnar sum vinnara av Sement, men tað kann hugsast, at dómararnir hava “revsað” hann fyri, at hann ikki kom við nøkrum “eyka” í mun til undanumfarið, men í mínum hugaheimi manglaði framførslan einki.

[object Object]

Gówa – Gówari!

Anna Sófía Skoradal og bólkur hennara Gówa vóru helst tey, ið høvdu gjørt mest burturúr í mun til undanumfarið. Tey komu við einari fantastiskari framførslu í skjáttuni. Klødd í teirra rasaraklæðum trinu tey á pallin, og var tað eisini við motorsúkkluljóði, at framførslan fleyg avstað.

Anna Sofía tykist bert gerast betri og betri sum sangarinda, reint tekniskt, og upptrakkaði hon aftur frítt og sensuelt.

Tónleikurin var, enn sum áður, groovy, jassuttur og funky, og høvdu tey enntá pimpað annað lagið við eitt sindur av disko, áðrenn tað fór yvir í eitt slag av funky hip hop. Sera hugflogríkur og nýskapandi neo soul tónleikur.

Tey høvdu eisini heintað eyka krydd við Justin James á saxofon til seinasta lagið, har alt fór á flog. Ein frálík, eyka pimpað framførsla, sum sat frá fyrsta til seinasta tóna og fullkomiliga vann áhoyrararnar!

[object Object]

Avgerðin

Tvey nøvn skaraðu framúr hetta kvøldið – Ragnar Finsson og Gówa. Dómararnir høvdu, eftir mínum tykki, eina ógvuliga trupla uppgávu, at taka dagar millum tvey so góð, men ógvuliga ymisk nøvn.

Ragnar megnaði púra einsamallur at bergtaka og fanga áhoyraran við einari ógvuligari kreativari framførslu, einari krystalklárari rødd, frálíkum guitarspæli og sangskriving.

Gówa var nakað heila annað, ein vælsspælandi og vælsvingandi bólkur við einari sera karismatiskari frontkvinnu í Onnu Sofíu Skoradal.

Valið fall á Gówa. Avgerðin kann væl og virðiliga verjast, men hevði undirritaði tó Ragnar sum nummar eitt.

Nummar trý gjørdist Ása Brynjarsdóttir, kanska eitt sindur yvirraskandi, tí at hon kom við í finaluna uppá eitt wildcard, men hon hevði rykt seg nógv í mun til innleiðandi umfarið og gjørt nógv burturúr. Hon fekk tískil eitt vælfortjent triðja pláss. Ása var eisini kosin at spæla á Spot festivalinum. Vinningin at spæla á G! Festivalinum fekk Ragnar Finnson.

Ársins Sement er av. Huglagið á Reinsarínum kring tónleikakappingina hevur verið framúr gott øll umførini.

Talið av bólkum hevur verið heldur lægri í mun til undanfarin ár, men hevur støðið verið ógvuliga høgt hóast tað. Eftir at hava hoyrt allar bólkarnar, bæði teir púra óroyndu, og teir meira royndu, situr ein eftir við einari spentari kenslu av at sleppa at hoyra meira. Vónandi blíva hesi ungu nøvnini við, vónandi verða fleiri at síggja á konsertum og festivalum komandi tíðina, og vónandi fer tónleikurin at koma út, so at hann kann hoyrast í útvarpi og á stroymingstænastum. 

Myndirnar hevur Gwenaël Akira Helmsdal Carré tikið.
Trýst á myndirnar herundir fyri at fáa tær størri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder