Eftir eina longri tilgongd hevur Suðuroyar Hestafelag yvirtikið gomlu smoltstøðina í Grønudali í Hovi.
Felagið sigur á Facebook, at tey í 2015 fingu játtan at yvirtaka gomlu smoltstøðina og tilhoyrandi øki upp á 6000 metrar frá Bakkafrosti, og at hetta nú er komið upp á pláss.
Staðið skal geva møguleika fyri rossaáhugaðum í Suðuroy at ogna sær egið ross og hava ross í góðum umstøðum. Tað skal vera karmur um virksemi innan ítriv og ítrótt við rossum og soleiðis fer at tað at gerast ein miðdepil fyri reiðfólk í Suðuroy, skrivar Suðuroyar Hestafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald