placeholder
Innanlands

Soleiðis sær uppskotið til nýtt parkeringshús út

Talan er um eitt parkerinshús í trimum hæddum við parkering til 150 bilar og átta íbúðum, sum skal byggjast mitt í Havnini

2021-06-28 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin í farnu viku samtykti Tórshavnar Býráð at gera eina serstaka byggisamtykt fyri eitt øki við Bøkjarabrekku, sum loyvir at ein íbúðarbygningur við parkering til 150 bilar verður bygdur í økinum.

Les eisini: Parkeringshús til 150 bilar við Bøkjarabrekku

Fyri at fáa fulla nýtslu av økinum má semja fáast við eigararnar av trimum ymsum matriklum, og eigarin av nøkrum matriklum í økinum hevur søkt um at fáa gjørt serstaka byggisamtykt fyri økið, soleiðis at parkeringshús við íbúðum ovast, kann loyvast.

Eigarin hevur gjørt eitt uppskot til parkeringshúsið, sum, sambært Tórshavnar kommunu, verður í trimum hæddum (seks forskotnar hæddir) við parkeringskjallara og átta íbúðum á ovastu hædd. Innkoyring til bygningin er frá Kongagøtu, við inn- og útkoyring skipað á hvør sínum vegbana.

Niðanfyri síggjast nakrar myndir, sum Portalurin hevur fingið, av parkeringshúsinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder