Amerikanska rúmdarfelagið SpaceX gjøgnumførdi í nátt eina væleydnaða roynd við Starship, ið verður mett at vera tann kraftmiklasta rakettin nakrantíð.
Hetta var tann 13. royndin av Starship, og fyrstu fer, at tey fingu tann ovasta partin av rakettini til at lenda í øllum góðum í Kyrrahavinum.
- Starship er óskalað, hon flýtur í sjónum, og sendir dátur, ljóðaðu boðini frá SpaceX-ovastanum, Elon Musk.
Risastóra lyftirakettin, Super Heavy, gjørdi tó eina “harða lending” í Meksikoflógvanum orsaka av motortrupulleikum, so heilt væleydnað var royndin tó ikki.
Undir útskjótingini, sum vardi umleið ein tíma, fingu tey eisini, fyri fyrstu ferð, sent út 20 av teimum nýggju, orkumiklaru Starlink V3 fylgisveinunum í ringrás. Sum ætlað brendu teir upp í atmosferuni stutt eftir.
Høvuðsendamálið við útskjótingini var at kanna, hvussu Starskip klárar seg, eftir at nakrar dagføringar eru gjørdar av sniðgevingini.
Starship er eitt stórt átak hjá Elon Musk og SpaceX. Rakettin er ætlað at kunna endurnýtast fult út, og harvið senda størri lastir í ringrás til ein lægri kostnað.
Hesir nýggju og størru V3-fylgisveinarnir eru útgørdir við sólpanelum, sum framleiða tvífalt so nógva orku, sum teir undanfarnu.
SpaceX er eisini í gongd við at menna Starmind-fylgisveinar, sum við tíðini skulu liggja í lágari ringrás um jørðina og brúkast sum dátustøðir til at gera vitlíkis-útrokningar.
Tað er eisini ætlanin at brúka Starskip-rakettina til at føra amerikanskar astronautar aftur á mánan og seinni gera mannaðar kanningarferðir til mars, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald