Innanlands

Stór venjing á sjógvi og í luftini

Brimil, Freya og Hvidbjørnen umframt bjargingartyrla vórðu við í felags venjingini

(Mynd: Bjartur Tórhalsson / Vørn)

(Mynd: Bjartur Tórhalsson / Vørn)

2023-08-31 09:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týsdagin varð skipað fyri stórari venjing í føroyskum sjóøkið. Luttakandi skipini vóru Brimil, íslendska sjóverjuskipið Freya og danska sjóverjuskipið Hvidbjørnen.

Atlantic Helicopters og MRCC vóru eisini partur av venjingini, skrivar Vørn.

Venjingin varð býtt í tveir partar. Fyrsti partur var brandvenjing og at flyta skaddar persónar av skipið við tyrlu.

Til brandvenjingina var Brimil neyðstadda skipið, har ein spreinging hevði verið og eldur var komin í. Fleiri persónar høvdu fingið skaða. Roykkavarar og bjargarar komu við egnari útgerð umborð á Brimil at sløkkja og at veita fyrstuhjálp.

Tyrlan flutti skaddar persónar av skipinum, so at hesir kundu koma undir læknahond.

Eftir brandvenjingina varð leitivenjing. Í hesum førinum gekk venjingin út uppá, at ein bátur var sokkin og fýra persónar vóru endaðir á sjónum.

So bleiv leitimynstur gjørt og leitingin kundi byrja.

Samstarv ímillum tilbúgvingareindir í Norðuratlantshavi og venjingar av hesum slag eru av stórum týdningi, og eru við til at viðlíkahalda og menna førleikar hjá okkara tilbúgving á sjónum.

Venjingin eydnaðist væl og allir partar siga seg hava fingið nógv burturúr, skrivar Vørn á heimasíðuni.

Myndirnar hevur Bjartur Tórhalsson tikið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder