
Mánakvøldiđ vóru tveir mans í trýst- og viðgerðarkamarinum í Klaksvík.
Mennirnir eru ein partur av einari royndarverkætlan, har kannað verður hvussu oxygen- viðgerð undir trýsti, kann hjálpa fólki, ið stríðast viđ ymiskar heilsutrupulleikar.
Royndarverklætlanin vísir týðuliga, at HBO-viðgerð serliga hjálpir teimum, ið hava trupul sár, ógvusliga bruna og aðrar trupulleikar í blóðrenslinum.
Mannagongdirnar, ið brúktar verða, eru tær somu, sum verða brúktar á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Hvør royndarviðgerð tekur áleið tveir tímar at avgreiða, og er trýstið sum at kava niđur á 14 metra dýpi.
Fyri at stytta sær stundir høvdu Finnbjørn Vang og Dávid Kjeld tikið eitt talvborð við sær. Onkur helt fyri, at báðir telvararnir vóru undir stórum trýsti, meðan telvað varð.
Kelda: Faroedive

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald