
Tað var ein heldur serstøk hending í gjár, tá fýra stjórnarleiðarar í Norðanlondum høvdu fund í Tinganesi - Noreg var eisini við gjøgnum alnótina.
Sí eisini: Norðurlendskir leiðarar hittust í sólini í Tinganesi
Mette Frederiksen heilsa uppá løgmann fyrrapartin mánadagin (Mynd: Sverri Egholm)
Mette Frederiksen kom við stórum fylgi. Hon tosaði stutt við miðlafólk á veg inn á fundin, men eftir fundin vildi hon - sum tað eisini sást í Degi&Viku í gjár - heldur tosa við føroyskar hondbóltsspælarar enn við Kringvarpið.
Sum skilst kom hendan heilsanin og heldur tilvildarliga og brádliga í lag. Fimm av spælarunum, sum enn vóru í Føroyum, fóru eftir eina telefonsamtalu oman í Tinganes.
Har varð eitt stutt prát millum føroysku landsliðsspælaran og danska stjórnarleiðaran, og sjálvandi skuldi ein mynd takast.
Frá høgru eru: Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún, Pauli Jacobsen, Tróndur Mikkelsen, Mette Frederiksen, Óli Mittún og Karl Johansen - síðstnevndi er ikki landsliðsspælari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald