Uttanlands

– Putin og Zelenskyj eiga at hittast

Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas væntar ikki, at Putin torir at hitta Zelenskyj

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES (Mynd: EPA)

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES (Mynd: EPA)

2025-05-13 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES heldur ikki, at Russland veruliga ynskir frið í Ukraina.

Tað segði hon á demokratiskum toppfundi í Keypmannahavn í dag, har fleiri politikarar eru savnaðir.

– Eg haldi ikki, at tey (Russland, red.) eru áhugað í friði. Tey bumba framvegis Ukraina. Um tey vóru áhugað í friði, kundu tey steðga hesum beint nú, segði Kallas sambært Berlingske.

Um vikuskiftið segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at Ukraina og Russland eiga at fara undir beinleiðis samráðingar í turkiska býnum Istanbul hósdagin, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ætlar sær tí til Turkalands.

Zelenskyj sigur, at hann fer at bíða í Istanbul eftir Putin, men tað er ikki greitt, um tað verður Putin sjálvur, sum fer til Istanbul at samráðst.

Les eisini: Óvist um Putin fer at hitta Zelenskyj

Uttanríkisstjórin í ES gevur Zelenskyj rós fyri at vilja hitta Putin, og heldur hon, at beinleiðis samráðingar áttu at verið millum teir báðar.

– Tað er ein góð avgerð. Samráðingarnar eiga at vera millum tær báðar. Men eg haldi ikki, at hann (Putin, red.) torir, sigur hon.

Kallas sigur eisini, at ES er við at fyrireika fleiri revsitiltøk fyri at leggja trýst á Russland. Hesi tiltøk verða væntandi lagt fram í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder