Uttanlands

Tokvanlukka í Danmark kravt eitt mannalív

Vanlukkan hendi tá eitt tok og eitt akfar til landbúnað stoyttu saman í Suðurjútlandi

(Mynd: EPA / Bo Amstrup)

(Mynd: EPA / Bo Amstrup)

2025-08-15 22:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seint seinnapartin fór eitt tok hjá DSB av breytini og fleiri komu til skaða. Hendingin fór fram á strekkinum millum Tinglev og Kliplev, Suðurjútlandi og hevur kravt eitt mannalív.

Danmarks Radio skrivar, at tokið fór av breytini tá tað rakti eitt akfar til landbúnað við eina yvirumkoyring.

DSB hevur upplýst at umleið 95 fólk vóru umborð á tokinum og fleiri eru komin til skaða.

Enn er óvist um deyði persónurin var í tokinum ella í akfarinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder