
Eftir fundin millum amerikanska forsetan, Donald Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin í Alaska í gjárkvøldið, hevði amerikanski forsetin eina longri samrøðu við forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, og síðani tosaði hann í telefon við Nato-leiðarar, upplýsa Hvítu Húsini.
Les eisini: Søguligi fundurin liðugur - eingin avtala uppá pláss enn
Sambært talsfólki hjá ES-nevndini, hevur Trump tosað við bretska forsætisráðharranKeir Starmer, franska forsetan Emmanuel Macron, týska samveldiskanslaran Friedrich Merz, Nato-aðalskrivaran Mark Rutte, og Ursulu von der Leyen, forkvinnu í ES-nevndini.
Samrøðurnar við Zelenskyj og evropeisku leiðararnar vardu yvir ein tíma.
Fundurin millum Trump og Putin endaði uttan nakað ítøkiligt úrslit. Hann vardi í tríggjar tímar, og sambært Trump verður skipað fyri einum nýggjum fundi, har ukrainski forsetin eisini er við.
– Tað er Zelenskyj, sum skal fáa tað gjørt. Og eg vil eisini siga, at evropeiskar tjóðir noyðast at spæla ein lítlan leiklut, sigur hann sambært Ritzau.
Sambært Trump skal skipast skal fyri einum fundi millum Putin og Zelenskyj, og ynskja teir tað, fer hann eisini at luttaka.
Trump legði afturat, at hann mælir Zelenskyj til at gera eina avtalu við Russland.
– Hann skal gera eina avtalu. Ja, hoyr her. Russland er eitt stórveldi, og tað eru tey (Ukraina, red.) ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald