Tímarnir ganga og enn er viðgerð í gongd í løgtinginum. Inni í tingsalinum sita framvegis nógvir áhoyrarar og enn eru tingfólk á røðaralistanum.
Í gongini eru nakrir av teimum sjúkrarøktarfrøðingunum, sum eru møttir upp, farnir at hvíla oyruni, og práta um tað sum er farið fram.
Flest allir sjúkrarøktarfrøðingarnir í landinum fóru á middegi til hús eftir at boð frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vóru givin um tað.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, segði við útvarpið fyri løtu síðani, at nakrir sjúkrarøktarfrøðingar hava traðkað til í akuttum støðum seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald