Met nógvir koronutilburðir vóru staðfestir í gjár. Heilir 111 í talið.
Corona.fo hevur nú dagført tølini yvir hvar í landinum tilburðirnir eru staðfestir, og korona hevur ilt við at sleppa Norðoyggjum.
Eftir at tilburðirnir í Norðoyggjum hava verið í 30unum undantikið 31. oktober tá bara fimm tilburðir vóru staðfestir, so vóru tað í gjár heilir 56 tilburðir staðfestir í økinum.
Stóra talið í Norðoyggjum umframt tað tað í Eysturoynni vóru staðfestir 20 og í Suðurstreymoy 21 ger, at vit seta met í smittaðum.
Seinastu 14 dagarnar eru 496 fólk staðfest positiv í Norðoyggjum. Hetta kann samanberast við fyrra hálvár í ár, tá bara níggju tilburðir vórðu staðfestir í økinum.
Annars kann leggjast afturat, at korona framegis fyri tað mesta rakar ung. Seinastu fjúrtan dagarnar eru tað 267 børn í aldrinum 0-11, sum eru blivin testað positiv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald