Innanlands

Sjómaður fluttur á sjúkrahús við eygnaskaða

Tyrlan var í gjár eftir manni á trolara 200 fjórðingar eystanfyri Føroyar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2024-09-20 08:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tyrlan varð seinnapartin í gjár boðsend at koma eftir manni á trolara, sum var staddur 200 fjórðingar eystan fyri Føroyar.

Tað gingu fýra tímar frá, at fráboðanin kom, til maðurin var á Landssjúkrahúsinum.

Fyrr í gjár var eisini boð eftir bjargingartyrluni. Ein fjallmaður hevði brotið beinið, og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder