
Oldboysmanningin á Konginum byrjaði sum vant jólaaftansmorgun at koma saman til rógving.
- Vit eru um eini tjúgu mans, sum manna bátin í gjøgnum árið. Og jólaaftansmorgun vilja flestu við, so í morgun læntu vit Royður. Tað serliga við rógvingini jólaaftansmorgun er, at vit syngja í meðan vit rógva, skrivar Janus Rein, ein av manningini, á Facebook í dag.
Oldboysmanningin rør hvørja viku við gamla tíggjumannafarinum, Orminum Langa, sum nú eitur Kongurin. Manningin er upprunaliga frá 2009.
Eftir fríska túrin á fjørðinum, var okkurt heitt at fáa í neystinum.
Síggj video omanfyri, tá manningin syngur "Føgur er foldin" í Vágsbotni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald