Innanlands

Myndir: Vinnumessan farin av bakkastokki við Tjarnir

Fyritøkur í hópatali vísa fram tað besta av tí tey hava at bjóða í stórhøllini við Tjarnir í dag og í morgin

2025-10-03 14:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er Vinnublaðið við Adam Andreassen, ið stendur sum fyriskipari av Vinnumessuni á fyrsta sinni.

Talan er um eina messu, lík sølumessunum, sum vóru vanligar í gomlum døgum, og onkrastaðni í landinum liva enn.

Nú er messan í nýggjari og rúmligari hølum, nakað sum stórhøllin við Tjarnir eisini er væl egnað til.

Jens Kristian Vang, fotografur, var til staðar, tá Vinnumessan varð sett fyrrapartin.

Tað er ókeypis atgongd í høllina hesar báðar dagarnar. Í dag er opið til klokkan 20 og aftur í morgin millum kl. 10 og 20.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder