
Nógv hóvasták verður gjørt burturúr í Århus í dag í sambandi við, at Danmark yvirtekur formansskapin í ES.
Millum gestirnar er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, sum er við á toppfundinum. Hetta í sambandi við, at ES-londini skulu tosa um møguliga at taka Ukraina við í ES-samstarvið.
Seinnapartin tók Fríðrikur X kongur í móti ukrainska forsetanum á kongsborgini í Århus, Marselisborg.
Sjálvur ES-toppfundurin verður hildin í sermerkta ráðhúsinum í Århus, sum víðagitni danski arkitekturin Arne Jacobsen, var við til at tekna, og sum varð tikið í nýtslu í 1941.
Fyrr í dag var ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen á vitjan í havnini í Århus har tey vitjaðu umborð á bingjuskipinum Laura Mærsk, sum er heimsins fyrsta bingjuskip, ið verður rikið við metanol. ES-nevndarforkvinnan var eisini til staðar, tá Laura Mærsk var doypt í 2023.
-
Kongshjúnini vóru við, tá ES-nevndarforkvinnan og danski statsministarin vitjaðu á Aros listasavninum fyrr í dag (Mynd: EPA)
-
ES-toppfundurin verður hildin í býráðssalinum í Århus (Mynd: EPA)
-
Zelensky, Fríðrik kongur og Mette Frederiksen á Marselisborg í dag (Mynd: EPA)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald