Sambært nýggjari veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Kringvarpið, verða tað Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sum vinna teir báðar sessirnar á danatingi.
Sambandsflokkurin fær 27,6 prosent, tað er ein framgongd upp á 4,1 prosentstig samanborið við valið í 2015. Hin sessin stendur Javnaðarflokkurin til at fáa við 23,4 prosentum, tað er ein afturgongd upp á 0,9 prosentstig í mun til seinasta val.
Tjóðveldi stendur til at missa sín sess við 22,2 prosentum, og tað er ein afturgongd uppá 2,3 prosentstig.
Fólkaflokkurin fær sambært veljarakanningini 19,1 prosent meðan smáu flokkarnir Framsókn og Sjálvstýri fáa ávikavist 4,1 prosent og 3,1 prosent.
Sambandsflokkurin: 27,6 prosent
Javnaðarflokkurin: 23,4 prosent
Tjóðveldi: 22,2 prosent
Fólkaflokkurin: 19,1 prosent
Framsókn. 4,1 prosent
Sjálvstýri: 3,1 prosent
Gallup Føroyar gjørdi kanningina fyri Kringvarpið 23. til 31. mai, og spurdi 537 tilvildarliga vald fólk eldri enn 18 ár.
Úrslitið er ikki langt frá seinastu veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin 26. mai. Tann kanningin vísti eisini at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fingu hvør sín sess á danatingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald