Innanlands

Gamla FSF-húsið burtur

Arbeiðið at gera Tórsvøll lidnan gongur sera væl, og øll vestursíðan nú er tikin niður trygt og væl.

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

2018-07-06 14:05 Author image
Innsent
placeholder

Gamla FSF-húsið á Tórsvølli er nú brotið niður. Arbeiðið at gera Tórsvøll lidnan gongur sera væl, har øll vestursíðan nú er tikin niður trygt og væl.

Næsta stigið er grava niður í lendið og stoypa fundament fyri nýggja bygninginum og áskoðaraskýlinum. Byrjað verður at grava niðan móti B36-húsinum.

Byggingin av Tórsvølli verður endaliga liðug í februar 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder