Mentan

Gandafloytan – ein barnaopera

Spennandi verkætlan í gongd á Tjóðpalli Føroya

(Mynd: FaroePhoto / Opera.fo)

(Mynd: FaroePhoto / Opera.fo)

2022-04-07 10:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesar dagar er ein spennandi verkætlan í gongd á Tjóðpalli Føroya. Talan er um “Gandafloytuna” eftir Mozart, sum er umskrivað til eina føroyska barnaoperu. Hetta er ein samstarvsverkætlan millum Tórshavnar Kvøldskúla, Tjóðpall Føroya og Opera.fo.

Gandafloytan snýr seg um unga prinsin Tamino, sum er vilstur í einum fremmandum landi. Her hittir hann fuglafangaran Papageno, sum skal hjálpa honum at bjarga dóttur Náttardrotningina, Paminu.

Operan, sum annars er hálvan triðja tíma til longdar, er í hesi útgávuni skorin niður í ein tíma, við einum frásøgufólk, tveimum operasangarum og fjúrtan ungum áhugaleikarum í aldrinum 8-12 ár.

Leikararnir eru næmingar í sjónleikarbólkinum hjá Tórshavnar Kvøldskúla, og tey bæði spæla sjónleik, spæla á ljóðføri, dansa og syngja. 

Operasangararnir eru amerikanski Douglas Yates og Birita Adela Davidsen, sum eisini eigur hugskot og handrit. Frásøgufólk er Annfinnur Heinesen, og Jóhannes Andreasen er konsertmeistari, og hevur klaverfylgispælið til sýningarnar. 

Gandafloytan hevur nógvan vakran, kendan tónleik, og eru útvald brot úr hesum við í sýningini. Náttardrotningin syngur m.a. kendu ariuna “Der Hölle Rache” og høvuðspresturin í Vísdómstemplinum, Sarastro syngur “O Isis und Osiris”.  Hesar báðar ariurnar verða sungnar á týskum, meðan frásagnir, replikkir og allir aðrir sangir eru á føroyskum. 

Fyrsta sýning var í gjár. Sýningar verða aftur í morgin, fríggjadagin 8. apríl kl. 18 og leygardagin 9. apríl kl. 16. 

Myndir: FaroePhoto / Opera.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder