Mentan

Gátuføri Gøtutróndur á Føroya Fólkaháskúla

26. juli kemur íslendski professarin, Torfi Tolinius at halda fyrilestur um føroyingasøgu við serligum denti á Gøtutrónd

2018-07-18 15:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Beint fyri ólavsøku, hóskvøldið 26. juli, kemur íslendski professarin Torfi Tulinius, sum hevur íslendskar miðaldarbókmentir sum sergrein, at halda fyrilestur um Føroyingasøgu við serligum denti á Gøtutrónd. Heitið á fyrilestrinum er "Gátuføri Gøtutróndur."

Gøtutróndur er ein hin minniligasti og gátuførasti persónurin í øllum teim íslendsku fornbókmentunum. Hann verður lýstur sum mansligur og háborin, men samstundis er hann ein snildur “svikarafigurur,” og sum mangur av tí slagnum í søgn og bókmentum, er hann tvítýddur. Sum bókmentaligur persónur er hann ógvuliga samansettur og hevur eina ríka bakgrundssøgu.

Í fyrilestrinum verður greitt frá Tróndi og brøgdum hansara, og hvørjar serligar snildir tann, ið skrivaði Føroyingasøgu, nýtir til tess at lýsa hann. Harumframt verða Tróndur og Føroyingasøga sett í samband við vaksandi vald Noregs í Norðurhøvum í trettandu øld og avleiðingarnar, tað hevði fyri norskmæltu samfeløgini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.  

Fyrilesturin verður í Miðstovuni á Føroya Fólkaháskúla hóskvøldið kl.19.30. Aðalkonsul Íslands í Føroyum bjóðar okkurt leskiligt aftaná fyrilesturin. Tiltakið er alment og ókeypis.

Gevið gætur, at fyrilesturin verður hildin á enskum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder