Uttanlands

Gaza: Hamas og Islamisk Jihad almannakunngera upptøkur av gíslum

Hósdagin varð m.a. ein upptøka almannakunngjørd av 21 ára gamla týsk-ísraelska manninum Rom Braslavski, sum Islamisk Jihad segði seg hava mist sambandið við

Avvarðandi hjá gíslum mótmæla í Tel Aviv (Mynd: EPA)

Avvarðandi hjá gíslum mótmæla í Tel Aviv (Mynd: EPA)

2025-08-02 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vápnaða deildin hjá Hamas, Ezzedine Al-Qassam og felagsskapurin Islamisk Jihad hava í vikuni almannakunngjørt sjónbandaupptøkur av ísraelskum gíslum, sum verða hildnir í Gazageiranum.

Fríggjadagin varð ein upptøka av einum manni, sum verður hildnin at vera 24 ára gamli Evyatar David, almannakunngjørd. Hann varð tikin av Hamas 7. oktober 2023 frá Nova-tónleikafestivalinum í sunnara parti av Ísrael.

Hósdagin varð ein upptøka av 21 ára gamla týsk-ísraelska manninum Rom Braslavski almannakunngjørd. Á upptøkuni, sum er seks minuttir lang, greiðir Rom Braslavski frá, hvør hann er, og heitir hann á ísraelsku stjórnina um at tryggja hansara leyslating.

Islamisk Jihad segði í farnu viku, at tey høvdu mist sambandið við Rom Braslavski, og felagsskapurin vil vera við, at upptøkurnar vórðu gjørdar fyri yvir einari viku síðani. Hetta kann tó ikki váttast, skrivar Ritzau.

Av teimum 251 gíslunum, sum vórðu tiknir 7. oktober 2023, eru 49 framvegis í Gaza, harav 27 verða mettir at vera deyðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder